Áartún avdúkað

- Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at "Áartúnið" verður ein virkin pallur í ólavsøkuni, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann beyð vælkomin í Áartún í morgun.


Tað var Tórshavnar kommuna saman við Áarstovu, sum var vertur, nú ið arbeiðið at gera eitt nýtt "býartún" mitt í býarhjartanum er liðugt. Borgarstjórin segði m.a.:


Gleðiligt er eisini at síggja, at so nógv fólk eru komin saman her í dag.Veðrið er eisini við okkum, sólin skínir oman og niðan.


At túnið hevur fingið heitið "Áartún", kemst jú ikki av ongum.


Tí her, í norðara enda av Gongini við Dandastovu, Vertshúsið og Knútsstovu, dygst við Havnará, stóðu einaferð eini lítil tjørubrædd hús við flagtekju. Sum flest øll onnur hús og allar kroysur við Eystaruvág, hevði húsið stovuheiti og æt "Áarstova".


Til ber at siga, at fólkið í hesum húsi og tess eftirkomarar, hava havt ómetaliga stóran týdning og stóra ávirkan á Havnarsøgu og serstakliga á mentanarlívið í býnum, ja í øllum Føroyum.


Skaldabrøðurnir báðir, Janus og bróður hansara Hans Andrias Djurhuus, vórðu bornir í heim í Áarstovu og her vuksu teir upp. Janus, føddur í 1881 og Hans Andrias tvey ár seinni, í 1883. Tey vóru fimm systkin í Áarstovu. Umframt teir báðar, vóru tað brøðurnir Poul Juel og Christian og systirin Armgarð.** Ongin núlivandi minnist ta tíð, tá ið Havnará var matará og havnarkonur hvønn dag komu knossandi upp úr Stóradammi á Vaglinum við vatni í spannum og kørum.


Tá var áin so mikið rein, at vaskitoyið varð skolað í ánni og børn um summarið vassaðu og spældu í Havnará.


Men vit kenna øll dýrmætu svørt/hvítu myndirnar, sum lýsa eina farna tíð og sum vísa okkum, hvussu økið fram við Áarvegnum og Havnará eina ferð sá út.


Tað var í seinnu helvt av tjúgunum - í sambandi við havnaútbygging - at farið varð undir at fyrireika at leggja lok á niðara partin av Havnará niðri við ósan og lata vegasambandið niðan í Áarvegin ganga hesa leið.


Seinni er so áin løgd undir heilt og síggja við hana ikki aftur fyrr enn norðan fyri Sjónleikarhúsið.


Í dag er tað løgið at hugsa sær, at tá ið menn fyrireikaðu hetta arbeiðið, hildu donsku myndugleikarnar ikki, at nóg mikið var at leggja lok á niðasta part av Havnará fyri at fáa samband við Áarvegin.


Nei, rættari var at leggja vegin, har Fútastova, Vertshúsið og Áarstova standa, varð sagt. Kommunan átti at ogna sær hesi hús og taka tey burtur. Men kommunan hevði tá ikki fíggjarliga orku at keypa ognirnar.


Tíbetur, kunnu vit siga í dag, tí so hevði hetta umhvørvið ikki verið tað, tað er í dag.


Fútastova, Hotel Djurhuus og Café Natúr standa við sama lag sum portrið inn í býin.


Og tað gleðast vit um.


Hanus Kamban gevur í bókini um Janus Djurhuus eina lýsing av umhvørvinum við Áarstovu. Hann skrivar, at "ein tein sunnan fyri Áarstovu, niðan fyri vertshústrappuna, gekk ein træbrúgv yvir um ánna.


Norðan fyri Áarstovu hevði í Rybergstíðini eisini verið brúgv. Eftir henni vórðu tá tunnurnar koyrdar, frá bøkjaranum Qillin og eftir Bringsnargøtu yvir í Vágsbotn at verða fyltar við rommi, gin ella cognac. Í 1886 varð nýggj grótbrúgv bygd á hesum stað".


Skoytast kann upp í, at handilin hjá Ryberg, sum vardi frá 1768 til 1793, fekst við at flyta og umskipa vørur úr hjálondunum og smugla tær til Bretlands.


Nei, ikki var altíð so friðarligt í Havn í gomlum døgum.


Niels Juul Arge, fyrrverandi útvarpsstjóri, skrivar m.a. í bókini "Fólk í Havn", at "í Gongini var í seinnu helvt av 1800-talinum viðhvørt eitt øgiligt levint, tá ið skotsk, enskt og hetlendsk skip lógu á vánni. Tey kundu fara upp um eini hálvthundrað í tali. Nógv var drukkið, og mangan var áfast manna millum.


Serliga onglendingar og hetlendingar toldu ikki sjónina hvør á øðrum, og politistarnir noyddust at leggja uppí". Tróndur Olsen, Tróndur á Malarenda í Nólsoy, hevur eisini lýst Áarstovu og umhvørvið í einum av sínum mongu hugleiðingum.


"Lítil og hoykin lá hon niður við vegin og tókti lítið leggja í, hvat um vegir fór. Men eitt hevði hon kortini felags við Amtmannsborgina. Ánna! Havnará, sum vanliga so spakmælt kom sleikjandi fram við amtmannsgarðinum, var vorðin væl meiri mælsk nú hon kom fram at Áarstovu og nærkaðist ósanum".


Tað skal verða við vón, at "Áartúnið" kemur at skapa enn meira lív í økið her, sum andar av søgu og gomlum minnum, og nú íð ólavsøkan stendur fyri framman, fegnist eg um, at arbeiðið er liðugt og at síggja til, ótrúliga væl frágingið. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at "Áartúnið" verður ein virkin pallur í ólavsøkuni.


Við ynskjum um, at havnarfólk og allir føroyingar fara at taka hugnaliga "túnið" til sín, njóta staðið og samstundis fáa eitt sindur at vita um Áarstovubrøðurnar, fari eg í hesi vælkomuheilsan at loyva mær at endurgeva eitt brot úr grein, sum William Heinesen skrivaði fyri gott og væl tredivu árum síðani:


"Farnir eru teir báðir skaldabrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus, farnir úr Havnini, har teir vuksu upp. Og har sum Áarstova stóð, er nú ein sement-tirvd toft, ið onga nyttu er til og lítið prýði. ** Ikki var tað meir enn rímiligt, at býurin, her mitt í hjartanum, setti ein minnisvarða yvir hesar báðar stóru synir sínar".


Nú hava vit minnisvarðan her, og vil eg vegna Tórshavnar býráð takka Beintu Háberg fyri hesa stórfingnu gávu til býin og fyri gott samstarv, meðan arbeiðið er farið fram.** Og takk til øll tykkum, sum hava gjørt hetta væla arbeiðið.


Heðin Mortensen,


borgarstjóri