Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Í dómsnevndini sita:
Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Herálvur Joensen, aðalstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum
Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik
Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka
Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Gunnar Mohr, stjóri í P/f Poul Michelsen, Ársins Virki 2019
Skrivari fyri dómsnevndina er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd, sum er stoypt í bronsu.
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan hetta ikki er galdandi fyri Vinnuátakið (fyrr Ársins Átak). Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Vinnuátakið.
Vinnuátakið æt áður Ársins Átak, men Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskti á seinasta Vinnudegi at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí var eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Fyri Vinnuátakið verður latin ein standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
Hvør verður Ársins Virki og Vinnuátakið 2021 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 1. oktober á Vinnudegnum 2021.
Vælkomin á Vinnudagin