Á vegamóti millum kós og kaos

Meðan tosað verður um ‘umsitingarætlan’ fyri sokallað
‘hóttar’ fiskastovnar, siga útróðrarmenn frá sera góðum fiskiskapi; men
Nýskipanin flaksar framvegis í óvissu, við týðandi pørtum liggjandi á láni og
lúrandi politiskum súguri fyri stavn.



Nú 10 mánaðir aftaná at Løgtingið samtykti nýggja lóg um
‘fyrisiting av sjófeingi’ flóta stórir partar av nýskipanarpakkanum framvegis í
onkrum sum minnir um eina endaleysa evju av politikki og óvissu. Ein leingi
umtalað ‘umsitingarætlan’ hevur enn ikki sæð dagsins ljós, íroknað ein enn
meira umtalað umlegging frá fiskidøgum til kvotur fyri heimaflotan, og liggur
eftir øllum at døma enn líka fjart frá at kunna sjósetast sum fyri einum ári
síðan.



Hetta mál fekk nýliga ein av samgonguflokkunum í
Landsstýrinum, av sínum eintingum og óvæntað, at leggja fram uppskot á tingi um
at útseta íverksetanina av kvotum enn eitt ár, til 1. januar 2020 — eitt útspæl
ið fleiri staðni bleiv tulkað sum eitt de facto misálit á fiskimálaráðharran.



“Vit eru langt frá til reiðar at fara yvir til kvotaskipan,”
viðmerkti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og legði afturat:
“Hetta hevur Framsókn staðfest,” vísandi til nevnda uppskot um at bíða við at
innføra slíka skipan.



“Tað hevur órógvað nógv at onki, absolut onki, er klárt til
at ein kvotaskipan kann fara av bakkastokki,” segði formaðurin í einum almennum
skrivi. “Tað letur seg als ikki gera at fara yvir til eina kvotaskipan í 2019.
Tað er líka mikið um ein er fyri einari kvotaskipan ella vil hava
fiskidagar.” 



Hann helt fram: “Við einari kvotaskipan má alt leggjast um.
Har er onki klárt enn, og tí hevur Framsókn nú víst á hendan vandan, sum kann
koma at hava sera álvarsamar avleiðingar. Tað er ikki bara sum at siga tað, at
blaka vinnuna út í nakað, uttan at nakar hevur gjørt peningsverk fyri at
tryggja at alt gongur sum tað skal. Tað hjálpir onki at ein ljóðar klókur tá
ein úttalar seg til miðlarnar. Tí har er onki klárt!! Vit hava havt ein
kaffifund um eina umsitingarætlan, har ongin hevði ánilsi av hvussu hon fór at síggja
út. Har er onki sett út í kortið enn. Tí eiga vit at vísa ábyrgd, og hava
fiskidagar fyri 2019.”



Eisini hvat viðvíkur spurninginum um veiðigjald er ein
útdrigin bíðistøða íkomin. Enn er ikki greitt júst hvussu høg avgjøld talan
verður um, og reiðaríini kenna seg sum vera man frustrerað um óvissuna í hesum
sambandi — hesi avgjøld kunnu tá avtornar gerast avgerandi fyri lønsemið í
vinnuni.



Hvat sum annars liggur í einari sonevndari umsitingarætlan
er framvegis púra óvist fyri almenninginum og teimum ið ætlanin er skulu
umfatast av henni — hvat ið sjálvandi kann ørkymla og gera fólk ótrygg.



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2018/10/a-vegamoti-millum-kos-og-kaos.html#more