Politisku flokkarnir fingu áheitan frá ÍSF um at greiða frá, hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum, og harvið kanska teir kundu hjálpt veljarum, við áhuga fyri ítrótti, at gera av, hvar krossurin skuldi setast.
Eingin flokkur ella valevni skrivaðu inn til ÍSF. Onkur flokkur hevur tó nevnt ítrótt í teirra valskrá.
Vit í ÍSF eru greið yvir, at fleiri tingfólk og flokkar vilja ítróttini alt tað besta, og vónar Ítróttasamband Føroya tí, at tey tingfólk, ið vera vald, og flokkarnir við, skrivað ítrótt inn í samgonguskjalið.
Eisini er avgerandi, at tingfólk minnast til ítrótt, tá fíggjarlógin fyri komandi ár skal gerast. Og at ítróttin fær ta játtan, ið ítróttin er verd, og sum stendur mát við arbeiðið, vit gera.
Játtan til ítrótt er ikki ein útreiðsla, men heldur ein íløga í vælveruna og fólkaheilsuna hjá tí einstaka føroyinginum. Og eisini ein íløga til ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar Føroyar í altjóða kappingum.
ÍSF takkar fráfarandi løgtinginum og landstýri fyri gott samstarv, og eru vit tilreiðar at samstarva framyvir eisini.