Á Kommunuráðstevnu í Grønlandi

Í farnu viku luttók Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á kommunuráðstevnu í Ilulisat í Grønlandi. Anton Frederiksen, grønlendski landsstýrismaðurin í innanríkis-, náttúru- og umhvørvismálum, hevði boðið føroyska landsstýrismanninum at greiða frá um kommunal viðurskifti í Føroyum.


Grønlendska sjálvstýri skipaði fyri ráðstevnuni í sambandi við, at næsta vár endar fyrsta kommunala valskeiðið síðani stóru kommunalu umskipanina í Grønlandi. Endamáli við ráðstevnuni var at eftirmeta kommunalu umskipanina. Á ráðstevnuni vóru uml. 80 luttakarar frá sjálvstýrinum og kommununum í Grønlandi. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, luttók eisini, saman við fleiri landsstýrisfólkum.


Í 2009 vóru tær táverandi 18 grønlendsku kommunurnar lagdar saman til 4 kommunur, samstundis sum fleiri uppgávur vóru fluttar frá sjálvstýrinum til kommunurnar at umsita. Umframt føroyska landsstýrismannin greiddu Ögmundur Jónasson, íslendski innanríkismálaráðharrin, og umboð fyri danska fíggjarmálaráðið eisini frá um teirra kommunalu viðurskifti.