72 ungdómar í Ung í Arbeiði

72 ung í aldrinum 14-16 ár hava seinastu dagarnar arbeitt fyri ymiskar deildir hjá kommununi í tiltakinum Ung í Arbeiði.


Í ár varð aldursmarkið fyri Ung í Arbeiði, at viðkomandi skulu fylla 14 í ár og skulu ikki fylla 17 í ár, og arbeiðið varð skipað á tann hátt, at tey 14 ára gomlu arbeiða eina viku og tey 15-16 ára gomlu arbeiða tvær vikur. Arbeiðsvikan varð sett til 25 tímar pr. viku.


Arbeiðið varð skipað á tann hátt, at tey ungu møttu fyrstu ferð í Húsinum (Virkishúsinum fyri Ung), ið skipaði fyri tiltakinum. Í Húsinum vórðu tey kunnaði um hvat og hvussu tey skulu fyrihalda seg, og síðani hittu tey viðkomandi deildarleiðara fyri tað arbeiðsøkið, har tey skuldu út at arbeiða.


Í ár fevnir Ung í Arbeiði um Vegadeildina, Býarfríðkanardeildina, Húsavarðartoymið, Norðoya Fornminnasavn, Kirkjugarðsdeildina og Klaksvíkar Havn.


Arbeiði hjá teimum ungu fevnir um at taka hond í ymiskt fyrifallandi, rudda, lúka, mála og so framvegis – sjálvandi alt eftir hvar tey eru og hvat tey verða sett til at gera. Lønin er sambært sáttmála.


Endamálið við tiltakinum Ung í Arbeiði er at geva ungfólki í kommununi møguleika at royna eitt arbeiði og harvið at geva teimum eina roynd og ein lærdóm um arbeiðslívið, samstundis sum nytta eisini fæst av teirra arbeiði. Dentur verður lagdur á at møta stundisliga, at røkja sítt arbeiði til lítar og at boða frá til sín arbeiðsleiðara, um ein ikki fær møtt sambært avtalu.


Verkætlanin UNG Í ARBEIÐI kann ikki tryggja at øll ung fáa arbeiði alla summarfrítíðina, men strembað verður eftir, at øll áhugað sleppa at arbeiða í mesta lagi í 14 dagar. Hetta er galdandi fyri størvini Klaksvíkar kommuna bjóðar út.


Leiðarin í Húsinum, Jógvan A. Joensen, hevur – í samstarvi við Sosialu Deild býráðsins – fyrireikað og lagt til rættis tiltakið Ung í Arbeiði, sum verður samskipað av Hansu M. Glerfoss, starvsfólk í Húsinum.


Kelda. www.klaksvik.fo


Fleiri myndir:


http://www.klaksvik.fo/Index.asp?pID={9443A157-7BDE-41C2-8847-638C1C7207B7}&cID={3E0C3240-5458-4F93-A90D-238383E85F92}&ClearAreas=1