700 fólk á konsert í Norðurlandahúsinum

Sveinur hevði ikki ánilsi av, hvat fór at henda, tá hann varð heintaður heima hjá foreldrunum og við politieskortu koyrdur niðan í Norðurlandahúsið.


Har varð hann móttikin sum ein hetja. Tað mesta vóru børn og hálvvaksin. Sveinur varð koyrdur inn aftanfyri og visti ikki, at salurin var fullur.


So enn einaferð varð hann kløkkur, tá tónleikurin fór í gongd og hann varð leiddur beint inn á pallin.

Úrslitið varð ein drønkonsert við góðum rocktónleiki.