66-liðið - vinnarar og patriotar

SVF legði tíðindini alt ov skjótt út í seinastu viku um  66-liðið. Sendingin kemur í SvF komandi hóskvøld aftaná tíðindini.


Á mannamunni er 66-liðið vorðið eitt hugtak fyri eitt vinnaralið. Í huganum á klaksvíkingum og norðoyingum stendur 66-liðið hjá KÍ í eini serligari glæmu.


Teir eru ímyndin av gylta tíðarskeiðinum hjá felagnum. Teir eru dømi um styrkina í samanhaldi. Teir savnaðu fjøldina og fingu klaksvíkingar og norðoyingar at standa saman um sítt.


Árini frá 1966 til 1970 vann KÍ føroyameistaraheitið í fótbólti fimm ferðir á rað. Tað er met í meistaradeildini. Teir snáva í 1971, men heldur enn at falla í fátt og ásanna, at teir eru ikki bestir longur, settu teir sær fyri at endurvinna meistaraheitið í 1972.


Í sendingini fara spælararnir á 66-liðnum - og aðrir við teimum - at fortelja søguna um gyltu árini, tá ið KÍ var liðið, sum øll hini til fánýtis royndu at kappast við. Suni Merkistein og Høgni Jacobsen hava lagt til rættis.