600 STARVSFÓLK FÁA SKJÓTT NÝGGJAN LEIÐARA


Nú verður leiðarin til nýstovnaða Heilsuhúsið í Tórshavnar kommunu skjótt funnin. Seinasta freist at søkja starvið er í morgin, fríggjadagin 15. august..


Heilsuhúsið er úrslitið av eini miðvísari tilgongd at leggja til rættis Heilsu- og umsorganartænastuna, nú kommunan tekur yvir økið frá landinum 1. januar 2015. Húsið skal veita tænastur til aldrandi borgarar í kommununi. Leiðarin fær ábyrgdina av áleið 600 starvsfólkum, sum øll verða partur av nýggju Heilsu- og umsorganartænastuni.



Økið verður skipað í tríggjar eindir við einum leiðara fyri hvørja eind. Talan verður um eitt Heilsuhús og tvær integreraðar eindir. Endaliga orðið og evstu ábyrgdina hevur leiðarin í Heilsuhúsinum, ið skal veita skjóta og góða tænastu til aldrandi borgarar. Og nýggi leiðarin skal – saman við leiðarunum á integreraðu eindunum - standa á odda fyri øllum tilboðum til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu .



Umframt at stýra økinum í framtíðini hevur leiðarin ábyrgdina av fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftum.



Heilsuhúsið skal húsa visitasjón og ymisk toymi, sum veita tænastur til hinar eindirnar. Eisini verða dagtilhald og onnur tilboð til brúkararnar umsitin í Heilsuhúsinum.



Í býráðnum verður dentur lagdur á, at øll skulu virka í tryggleika og nærleika. Í hesum sambandi hava politikararnir orðað nøkur yvirskipað politisk mál soleiðis, at borgarar, sum eru komnir til árs, fáa góða heilsurøkt og umsorgan.



Í starvslýsingini stendur millum annað:


- Leiðarin í Heilsuhúsinum skal hava viðkomandi heilsufakliga útbúgving við eftirútbúgving á diplom-, master- ella kandidatstigi innan leiðslu, fyrisiting, fíggjarstýring ella líknandi. Umsøkjarin skal hava førleikar og eginleikar at seta í gongd, samskapa, samskipa, virka fyri trivnaði og einum lærandi umhvørvi. Umsøkjarin skal vera dynamiskur og kunna virka í skjótt broytiligum umstøðum, hava nýskapandi tilgongd og hava gott yvirlit. Tað er krav, at umsøkjarin hevur royndir í leiðslu og fíggjarstýring.

Starvið verður sett 1. oktober 2014 ella eftir nærri avtalu. Og umsóknarfreistin er altso í morgin, 15. august.


Starvslýsingin sæst her: http://bit.ly/heilsuhusid