60+ veningartilboð í Badmintonhøllini

Tórshavnar kommuna hevur venjingartilboð til fólk í aldrinum 60 ár og uppeftir. Venjingar eru í Badmintonhøllini, í Fimi og á Tjarnargarði. Øll, sum hava fylt 60, kunnu melda seg til, t.d. gjøgnum heimasíðuna hjá kommununi, har tilmeldingarskjal er.


Tað eru tvey starvsfólk hjá Heilræði, Kirstin Ellingsgaard og Nikolina Matras, sum skipa fyri rørsluvenjingum í Badmintonhøllini. Tað er eitt langt og gott programm, tær báðar hava gjørt, og luttakararnir fylgja tí, so langt teir orka. Endamálið er, at fyri hvørja venjing skal ein helst hava strekt hvønn einasta vødd í kroppinum.


Á Heilræði hava tey eisini skipað fyri øðrum átøkum fyri borgarar yvir 60, eitt nú skeiðið “Lívsgleði er ein gáva, sum tú kanst fáa aftur,” fyriskipað av ergoterapeuti. Tá ein er komin upp í árini og missir ein kæran, missir arbeiði ella annað, sum hevur stóran týdning fyri ein, kann tað vera ringt at varðveita lívsmótið. Vandi er fyri, at lívsneistin køvist, og ein byrgir seg inni.


Eisini eru skeið í lívsgleði, ið hevur til endamáls at geva luttakarunum hugskot til at skapa tað lív, sum tann einstaki sjálvur ynskir at liva. Skeiðið er í smáum bólkum, har tað er møguleiki at tosa um tað, sum er trupult, at luta royndir og hjálpa hvørjum øðrum, fáa góðar upplivingar, hoyra fyrilestur um viðkomandi evni, fáa hugskot til innihaldsríkt virksemi, at melda seg inn í samfelagið aftur og onnur evni, sum bólkurin ynskir at viðgera.