Mentámálaráðið: Vit samráðast tó enn við Elektron. Hetta stóð at lesa í Oyggjatíðindum mikudagin 7. oktober 2009, men enn veit eingin hvussu hesin KT-hurlivasin endaði.
Fyri nøkrum árum síðani fingu skúlafólk at vita, at Mentamálaráðið skuldi læta eitt skúlafyrisitingarforrit gera í Íslandi. Skúlafólk vóru á kunnandi fundum um hesa skipan.
Ætlanin var at skipanin skuldi brúkast til alt tað føroyska skúlaverkið, líka frá mynstu bygdaskúlum til Setrið á Debesartrøð. Kostnaðarætlanin var fleiri milliónir.
Leiðari fyri ætlanina var Claus Reistrup, sum arbeiðir í Mentamálaráðnum.
Nú er knappliga onki at hoyra um hetta megnar forrit, og tí hava vit sett Mentamálaráðnum nakrar spurningar um hetta forrit. Claus Reistrup, fulltrúi í MMR, hevur svarað okkum soleiðis uppá spurningarnar í telduposti:
- Mentamálaráðið hevur ikki slept forritinum. Mentamálaráðið er í løtuni í samráðingum við Elektron um, hvat skal henda í framtíðini. Talan er sostatt ikki um, at ætlanin er langtíðarparkerað, ella at lok er lagt á, sigur Reistrup.
- Sambært sáttmála við Elektron er kostnaðurin 3.2 mió. Vit hava brúkt umleið 500.000 kr. til nærlýsing av skúlafyrisitingarforritinum, t.d. hvørjar funktiónir skulu vera í for ritinum, hvussu tær ymsu funktiónirnar skulu spæla saman, og hvørji skulu hava atgongd til hvørjar funktiónir.
Arbeiðið, sum eg havi lagt í verkætlanina, verður ikki gjørt upp í krónum, men Mentamálaráðið hevur í ávísum førum keypt kunnleika uttanífrá, orsakað av, at serkunnleiki ikki hevur verið til staðar í Mentamálaráðnum: - So til samans eru leysliga mett eitt sindur meiri enn 4 mió. brúktar higartil.
Nærlýsingin hevur givið Mentamálaráðnum eitt sera gott innlit í, hvussu tørvurin er á teimum ymsu skúlunum til eitt forrit. Allir skúlaformar hava ikki sama tørvin.
Arbeiðið við nærlýsingini hevur verið við til menna tankarnar um, hvørjar námsfrøðiligar og umsitingarligar funktiónir eitt forrit skal handfara og hvussu, sikgur Claus Reistrup, fulltrúi.
Hann vísir eisini á, at á vári 2008 gjørdist Tummas Dam verkætlanarleiðari, men orsakað av, at Petur Petersen, táverandi aðalstjóri í Mentamálaráðnum, skifti arbeiði á sumri 2008, kom verkætlanin at vera uttan kjølfesti í leiðsluni í Mentamálaráðnum, av tí at Petur Petersen sat í stýringarbólkinum fyri skúlafyrisitingarforritinum.
Tummas Dam gavst sum verkætlanarleiðari á jólum 2008. - Væntandi verður meiri at frætta um verkætlanina innan 2 mánaðar, sigur Claus Reistrup. Í telefonini vísti hann eisini á, at skuldi tað hent, at skipanin ikki kom at virka, so hevði MMR fingið rættiliga væl burturúr kortini.
Við meira enn fýra milliónum fyri eitt forrit, sum kanska ikki verður liðugt, má sigast, at royndirnar verða dýrt keyptar.
Í hvussu so er hevur ongin hoyrt nakað um hesa skipan síðani oktober 2009.