39 badmintonleikarar luttaka í Reykjavík International Games

Í morgun fóru 39 ungir badmintonleikarar at luttaka í Reykjavík International Games (RIG) í Íslandi. Talan er um eina stóra kapping, har fleiri ymsar ítróttargreinir eru umboðaðar í døgunum frá 18. til 27 januar.


Áhugin í Føroyum hevur verið stórur, og eru badmintonleikarar úr øllum teimum 5 føroysku badmintonfeløgunum við til hesa kappingina.


Føroyskir badmintonleikarar hava fyrr luttikið í RIG, og eru komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum, so feløgini eru sjálvsagt spent at vita, hvussu úrslitið verður hesaferð. Íslendska heimasíðan www.rig.fo skrivar, at bestu badmintonleikarnir seinasta ár í U19 vóru sviar, meðan føroyingar vóru sterkast í U13 og í U15.


Ferðalagið, ið telur 64 fólk, verður aftur í Føroyum mánadagin 21. januar.


BSF