32 sendistovur til Føroya



Umboð fyri 32 ymiskar sendistovur í Keypmannahavn koma til Føroya í dag 

Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Millum sendistovurnar, ið hava umboð við til Føroya, eru USA, Kina, Kanada, Pakistan, Korea, Vjetnam og Ísrael.

Skráin í Føroyum er umfatandi.

Á vitjanini skulu umboð fyri sendistovurnar millum annað vitja Løgtingið, Vinnuhúsið, Bakkafrost, Listasavnið, Klaksvíkar kommunu, Ferðaráðið og Ríkisumboðið.

Umboðini fyri sendistovurnar fara av landinum aftur mikudagin.

Sendimannaliðið úr Keypmannahavn var seinastu ferð í Føroyum í 2011.