3. flokkur byrjaður í frítíðarskúla

Fyri fyrstu ferð sleppa næmingar úr 3. flokki í Hoyvík í frítíðarskúla eftir vanliga skúlatíð. Ætlanin var, at allir næmingarnir skuldu halda til í Hoyvíkar skúla.


Men 3. flokkur i Hoyvík heldur nú til í nýggjum hølum hjá Immanuel í Hoyvik. Orsøkin til tað er, at tilmeldingin var so stór, at pláss er ikki fyri øllum í Frítiðarskúlanum í Hoyvik.


Her eru sera góðar umstøður. Í dag var ein vælnøgdur borgarstjóri á vitjan – hann var vælnøgdur við, at skipanin nú er farin at virka, men eisini um avbera góðu umstøðurnar


Kelda: www.torshavn.fo