25 ár sum sløkkiliðsmenn

Á einum nakað seinkaðum jólahugna hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, vóru tveir av sløkkiliðsmonnunum heiðraðir, nú teir í samfull 25 ár hava staði til taks mótvegis borgarum um Skálafjørðin.


Jann Abrahamsen og Ernst Pólson, báðir av Strondum, byrjaður sum brandmenn hjá Skálafjarðar Sløkkiliði 8. desember 1986.


Sum so mangir av manningini, hava teir lagt stóra orku í at kom til hjálpar, tá ið brúk er fyri hjálp. Líka mikið um talan hevur verið um eld, ferðsluvanlukkur, oljubæsing ella tá í nátturðan vísur eirindaleysu megin sína, hav teir trúliga verið tøkir.


Hetta eru sløkkilið og kommunurnar um fjørðin, sera fegin um, og takka teimum báðum fyri trúgva tænastu.


Kelda. www.runavik.fo