UNDANGÓÐKENNING: Nógv tær flestu av fyritøkunum, ið hava víst áhuga fyri at byggja skúladepilin við Marknagil, eru føroyskar. Hinar koma úr Íslandi og Danmark.
Freistin fyri undangóðkenning í sambandi við bygging av nýggjum miðnámsskúla í Havn – Skúladepilin við Marknagil – var úti í gjár.
Landsverk, sum er almennur byggiharri, hevur nú yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ynskja at bjóða seg fram til at standa fyri teimum ymsu stórarbeiðstøkunum í Føroya størstu byggiætlan nakrantíð.
Talan er um 24 fyritøkur, ið hava søkt um undangóðkenning til eina ella fleiri av teimum átta stórarbeiðstøkunum, sum verkætlanin er býtt upp í.
Flestu fyritøkurnar eru føroyskar, meðan hinar koma úr ávikavist Íslandi og Danmark.
- Sum byggiharri fegnast vit sjálvandi um, at tað eru so nógvar føroyskar fyritøkur, sum vísa áhuga fyri hesi stóru byggiverkætlan, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Tær átta stórarbeiðstøkurnar eru hesar: 1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði. 2) Innilokan 3) Innrætting o.a. 4) El-arbeiði o.a. 5) HVS, luftskiftisskipanir o.a. 6) Múraraarbeiði o.a. 7) Málaraarbeiði o.a. 8) Lendisarbeiði o.a.
Landsverk fer nú undir at nærlesa innkomna tilfarið og fáa staðfest, um allar fyritøkurnar lúka tær nærri ásettu treytirnar fyri at geva endaligt tilboð upp á skúladepilin. Úrslitið av hesum verður væntandi greitt innan tvær vikur.
Samlaðu byggiútreiðslurnar fyri Marknagilsdeplin eru í verklagslógini ásettar til at vera í mesta lagi 391 mió. kr. Tá er innbúgv og onnur útgerð, sum væntandi fer at liggja um 60 mió. krónur, ikki íroknað.