20. til 26. mai seta vit bilin og ganga!

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari Útiviku. Í Útivikuni fara fólk at ganga og røra seg meira, enn tey vanliga gera. Fólk fara at ganga til arbeiðis, til handils, í skúla – har tey annars koyra bil.


Arbeiðspláss hava tikið væl undir við Útivikuni, og seinastu árini eru nógv gangandi fólk at síggja til og frá arbeiði.


Í ár skulu ikki bara starvsfólk út at røra seg, men eisini fólk, ið t.d. eru á stovni. Skúlanæmingar, barnagarðsbørn, eldri á ellisheimi og so framvegis.


Vit vilja við hesum heita á tykkum um at gera eina ætlan fyri Útivikuna. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga. Tað er eisini tankin aftanfyri útivikuna. At tað sæst aftur, at fólk eru úti, at fólk ganga og at fólk rørir seg.


Vit gleða okkum til summarið 2013, sum byrjar við Útivikuni!


Fólkaheilsuráðið