Tíðindaskriv: Komandi vikurnar fara 196 fólk at fáa tilsamans 1.797.383 kr. afturgoldið frá TAKS, sum tey hava goldið ov nógv í álagdari sekt í málum frá 2007 um brot á Kapitalvinningsskattalógina.
Málið snýr seg um, at TAKS í 2008 byrjaði upp á eitt serligt eftirlitsátak av kapitalvinningi fyri 2007. Hetta var rúgvumikið og drúgt arbeiði, sum tíverri vísti, at fleiri enn 600 fólk ikki høvdu givið sín kapitalvinning rætt upp til skattingar. Hesi fingu síðani boð frá TAKS um at gjalda rætta kapitalvinningsskattin, men harafturat fingu nógv teirra eisini álagt eina sekt, fyri av grovum ósketni at hava brotið kapitalvinningsskattalógina, tá ið tey góvu kapitalvinning sín skeivt upp.
Tey flestu valdu at gjalda áløgdu sektina, men nøkur góðtóku ikki sektina. TAKS hevur bert heimild at avgreiða sektarmál fyrisitingarliga, um viðkomandi viðgongur seg sekan og váttar at rinda tilskilaðu sektina. Tískil vóru málini hjá teimum, sum ikki góðtóku sektina, send til fútan at avgreiða. Fútin fór í Føroya Rætt við málunum. Føroya Rættur staðfesti avgerðina hjá TAKS um at áleggja sekt, men helt tó sektina vera ov stóra, og lækkaði hana til ávikavist eina helvt, ein triðing, og til eina ávaring í nøkrum førum.
TAKS fegnast um, at Føroya Rættur kom til somu niðurstøðu sum TAKS, og tekur annars til eftirtektar, at sektirnar hava verið ov høgar.
“Vit meina sjálvsagt, at líka viðurskifti skulu viðgerast eins, og tí fáa tey, sum upprunaliga góðtóku sektina frá TAKS, endurgoldið tað, sum tey hava goldið ov nógv”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri. TAKS avgreiðir í løtuni øll hesi málini, og væntandi hava øll tey, sum hava goldið ov nógv í sekt, fingið sín pening fyrst í mai.