18 filmsverkætlanir fáa 1.340.000 kr.

Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu.

Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 18 fingu stuðul:

Umsøkjari

Játtað

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

150.000

Konteksta v/ Pætur H. Evensson

30.000

Ferran Casterá og Havnar Sjónleikarfelag

104.000

Andreas Tykjær Restorff

20.000

Barbara Lervig

50.000

Marianna Mørkøre

47.500

Bavian-Projects I/S - Jens Jonas í Dali Wagner

150.000

focus - Fríði Birgirsson Olsen

52.000

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

37.500

ÍVF TROM - Jón Hammer

172.000

Kykmyndir - Jón Hammer

200.000

Drive Studios - Heiðrik á Heygum

30.000

JKT framleiðsla - Jóna Kristin Thomsen

37.000

Terji Mohr Productions

35.000

88 Miles v. Marco Lorenzen - Mariann Sofiasdóttir

75.000

Helmsdal Media - Gudmund Helmsdal

75.000

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

30.000

Bjørn Ulvedal Simonsen

45.000

Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 kr. til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.

Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kr. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.

Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 kr. í stuðli til eina røð av stuttfilmum, ið lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.

Samlaða filmsjáttanin er 2,9 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desembur við freist 1. februar 2022.