17.000 krónur til sunnudagsskúlaarbeiðið

Sunnudagin 25. september, var stuðulskonsert til frama fyri sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Konsertin eydnaðist væl, og inn komu 17.000 krónur


Ístaðin fyri, sum vanligt, at selja lutaseðlar fyri sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini, høvdu leiðararnir fyri sunnudagsskúlarnar í Vágum gjørt av, heldur at hava eitt felags tiltak, nevniliga eina stuðulskonsert og savna pening inn á tann hátt. Hetta varð gjørt í missiónshúsinum Libanon í Sørvági tann 25. september. Vivian Ole-Jacobsen leiddi tiltakið.


Fullsett missiónshús


Konsertin varð skipað á tann hátt, at barnakór úr Sørvági, Miðvági og Sandavági sungu. Í byrjanini av konsertini sungu tey øll saman, men síðani høvdu kórini hvør sína framførslu. G.O.G., sum er ein sangbólkur úr Sørvági, luttók eisini umframt, at barnakórið úr Sørvági eisini hevði eina dansiframførslu.


Fleiri góðir tónleikarar vóru eisini við og spældu undir bæði, tá kórini sungu og í samband við felagssangin.


– Konsertin eydnaðist sera væl, og húsið var at kalla fullsett. Eini 300 fólk vildi eg mett, sigur Fróði Hansen, Sandavági, sum var ein av fyrireikarunum.


17.000 krónur komu inn


Endamálið var, sum sagt, at savna pening inn til sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini. Og ikki kann sigast annað enn, at væl kom burturúr. Heilar 17.000 krónur komu inn. Peningurin fer óskerdur til rakstur av landsarbeiðinum hjá sunnudagsskúlanum hjá Heimamissiónini.


Kelda:


http://www.trubodin.fo/index.asp?pg=111&id=5925#