16 umsóknir til sendimannastarvið í Moskva




16 umsóknir eru til starvið sum sendimaður á nýggju sendistovu Føroya í Moskva. Freistin at søkja starvið var úti á middegi í dag.








Uppgávurnar hjá komandi sendimanninum verða at virka sambært uttanríkispolitikki Føroya, at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva og at røkja sambond við russiskt vinnulív og mentanarlív.



Starvið verður sett frá 1. november 2014 ella so skjótt, sum til ber.