Fyrrapartin hevur Løgtingið við triðju viðgerð játtað 15 mió. kr til umvæling og umbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað vóru 29 løgtingsfólk sum atkvøddu fyri. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at peningur er settur av til Klaksvíkar Sjúkrahús.
-Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru umstøðurnar á nógvum økjum so vánaligar, at okkurt má gerast beinanvegin. Tað mesta av virkseminum á sjúkrahúsinum fer fram í hølum, sum eru frá 1928 og 1959- 60. Hølisumstøðurnar eru vánaligar, trongar og sera ótíðarhóskandi. Tí er tað í tøkum tíma, at peningur verður settur av til at fáa hølisviðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi nútímansgjørd, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er býtt yvir trý fíggjarár.