14 førleikametingarstarvsfólk fingu prógv

17.-19.
september 2018 skipaði Yrkisdepilin í Mentamálaráðnum fyri skeiði í
førleikameting fyri starvsfólk innan ymiskar útbúgvingar- og yrkisgreinar.




14
fólk hava nú fingið prógv uppá, at tey hava serligar førleikar at skipa fyri
meting og viðurkenning av førleikum hjá vaksnum 25 ár og eldri, sum eru vunnir
uttan fyri ta vanligu útbúgvingarskipanina. Talan kann vera um førleikar, sum
eru fingnir til vega í arbeiði, frítíðarvirksemi og øðrum sambandi, og sum
kunnu verða taldir við, tá ið ein sum vaksin søkir inn á eina útbúgving ella
ætlar sær í læru.




Á
skeiðinum fingu luttakararnir høvi til at arbeiða við ítøkiligum og gjørdum
stakdømum, umframt at leggja fram dømi úr eini førleikameting við serligum
atliti at sjálvari førleikametingartilgongdini.




Ein
førleikametingartilgongd verður vanliga býtt sundur í fýra høvuðspartar, har
starvsfólk við ymiskum førleikum og uppgávum arbeiða saman um at fáa
førleikametingina framda. Talan er um fyrireiking, innsavning av upplýsingum,
skjalfesting og staðfesting av førleikum, og at enda meting og viðurkenning av
førleikum.




Tað
er Yrkisdepilin í Mentamálaráðnum, ið umsitur málsøkið førleikameting. Sum
partur av fyrireikingunum at seta í verk førleikameting í Føroyum, er umráðandi
at vit hava starvsfólk við teimum neyðugu førleikunum. Førleikameting er eitt
lutfalsliga nýtt hugtak í Føroyum, og enn hava vit ikki havt høvi at byggja upp
tær nógvu verkligu royndirnar.




Hetta
verður bøtt um nú, tí um nakrar fáar vikur verður farið undir at førleikameta
innan skrivstovuútbúgvingar og matvøruútbúgvingar. Tá er umráðandi at
førleikament starvsfólk eru, sum kunnu tryggja, at førleikametingin verður
framd á høgum dygdarstigi.




Lærarar
á skeiðinum vóru Anni Karttunen úr Finnlandi og Fjóla María Lárusdóttir og
Haukur Harðarson úr Íslandi. Tey trý hava drúgvar royndir í at undirvísa og
ráðgeva innan førleikameting. Tey eru øll partur av serfrøðinganevndini fyri
førleikameting undir NVL, sum er norðurlendskt netverk fyri
vaksnamannaútbúgving.




Myndatekstur: Tey 14
starvsfólkini, sum fingu prógv í førleikameting. Vinstrumegin frá: Annika
Mellemgaard lestrarvegleiðari á Glasi, Haukur Harðarson lærari, Fjóla M.
Lárusdóttir lærari, Anni Karttunen lærari, John Dalsgarð samskipari í
Yrkisdeplinum, Elisabeth Akursmørk leiðari fyri køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
Vár í Ólavsstovu granskari og undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya, Óli Wolles
útbúgvingarleiðari á Miðnámi á Kambsdali, Johild Dulavík lestrarvegleiðari á
Fróðskaparsetri Føroya, Poulina Poulsen lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri
Føroya, Ester Poulsen vegleiðari á skúlanum á Fløtum, Olav Absalonsen
útbúgvingarleiðari á Glasi, Steinfinn V. Jacobesen deildarleiðari fyri tøkni á
Glasi, Magnus Norðberg deildarleiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska Skúla
í Klaksvík, Kenneth Thorhauge lærari á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í
Klaksvík. Mariann Oskarsdóttir Norðoy skrivstovuleiðari á Tekniska Skúla í
Klaksvík og Maiken Skarðenni vegleiðari í Yrkisdeplinum og lærari á Tøknibreyt
og á Tekniska Skúla í Klaksvík vanta á myndini.



Mentamálaráðið,
5. oktober 2018