13 fakfeløg saman!

Tað var stór mannamúgva í Smæruni mánamorgunin, tá 13 fakfeløg løgdu fram eina fyrimyndarliga kanning av óskipaðu viðurskiftunum hjá fremmandum arbeiðarunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum Liljan Weihe hevði gjørt. 

Tað er eyðsæð, at vit eiga at nýta okkara egnu arbeiðsmegi so væl sum møguligt. Umráðandi er, at eingin er arbeiðsleysur, tí tað er missur fyri samfelagið at dagar og tímar fara til spillis. Men tá eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi gerst so stórur, at vit ikki sjálvi megna at gera tað, sum tørvur er á, er tað umráðandi, at vit fáa røttu fólkini at útinna tað verk, sum gerast skal. 

Her eru tað almennu myndugleikarnir, sum skulu ansa eftir, at tey sum koma higar at gera lít fyri okkum, eisini hava røttu førleikarnar, so okkara land verður betri at búgva í. Tað eru eisini myndugleikarnir, sum skulu ansa eftir, at tey sum higar koma, fáa eina løn sum stendur mát við ta, okkara egnu fáa.

Tað henda framløgan vísti, var at hesi viðurskiftini eru sera óskipaði. Orsøkin er, at einki skil er á samstarvinum við donsku myndugleikarnar. Teir vilja sleppa at ráða yvir okkum, men teir duga tað ikki.
Men teir hava yvirhøvur ongan rætt til at ráða nøkrum sum helst her hjá okkum. 

Tey sum siga seg halda, at vit búgva í einum ríkisfelagsskapi, tí at vit eru innlimaði í Danmark og liva undir donsku grundlógini, eru tí til miklan vanda fyri fakfelagsrørsluna í Føroyum. Hetta lá í tí sum Fiskimannafelagið og Arbeiðskvinnufelagið vístu á við miklari styrki.

Zakarias Wang