105 ítróttafólk til oyggjaleikirnar á Gibraltar

Í døgunum 6. til 12. juli 2019 verða Oyggjaleikir aftur á skránni. Hesuferð verða leikirnir hildnir á Gibraltar. 105 ítróttafólk fara at umboða Føroyar í tíggju ítróttagreinum. Tær eru: Frælsur ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling, Judo, Skjóting, Svimjing, Borðtennis, Tennis og Triathlon. 

Endaligu hóparnir í ymsu ítróttagreinunum verða úttiknir fyrst í mai mánaða.

Vert er at leggja merki til, at Flogbóltur, Bogaskjóting, Fimleikur og Golf ikki eru ein partur av leikunum hesuferð.  Hesar ítróttargreinarnar hava verið ein fastur partur av oyggjaleikunum í mong ár. 

Judo, sum ikki hevur verið við seinastu leikirnar er nú aftur við. 

Ferðalagið fer við Atlantic Airways úr Føroyum tann 3. juli og verður heima aftur í Føroyum aftur tann 13. juli.

Vh

ÍSF