100.000 krónur til talukennara

Lions Club Tórshavn hevur latið ágóðan frá ólavsøkuframsýningini í ár komið grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari” til góðar, og er talan um tilsamans 100.000 krónur

Á Lions-fundi um dagarnar handaði forsetin í Lions Club Tórshavn, Anfinnur Heinesen, leiðaranum á Sjóndeplinum, Karini Kass, tilsamans 100.000 krónur, sum hon tók ímóti vegna grunnin “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”.

– Vit eru sera takksom fyri stuðulin, vit hava fingið frá Lions, sigur Karin Kass og vísir á, at júst stuðulin frá Lions kann vera við til at lata aðrar hurðar upp, tá ið umræður at fáa til vega pengar til verkætlanina, sum hevur til endamáls at menna ein føroyskan talukennara.

– At Lions hevur valt at stuðlað verkætlanini burturav við sínum ymsu tiltøkum, gevur eina seriøsa mynd av virðinum í endamálinum at talgilda føroyska málið til tær ymsu tænasturnar, ein talukennari kann brúkast til – kanska serliga til tey lesiveiku og blindu, men eisini til ymiskar tænastur í almenna rúminum og i vinnuni.

Stuðulin gull verdur
Tá ið føroyska teldutalan kom, var tað ein stór hjálp hjá serliga blindum og sjónveikum, umframt lesiveikum og orðblindum. Men enn er ikki heilt komið á mál, tí tað er eitt ynski hjá serliga hesum bólkum, at vit eisini fáa ein føroyskan talukennara, har tosað verður á føroyskum og har talan fæst á skrift.

Ein slíkur talukennari skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvbjargin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.

– Hetta er ein gáva til alt Føroya fólk, sum Lions við sínum afturvendandi stuðli kvittar fyri, og tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, sum varða av verkætlanini og gevur okkum dirvi til at halda á við góðum treysti. Tann moralski stuðulin frá einum hjálparfelagsskapi sum Lions er gull verdur, sigur Karin Kass.

At arbeiðið hjá grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari” er eitt slag av einum hjartamáli hjá Lions Club Tórshavn, sæst eisini av, at Lions fyrr í ár læt grunninum 50.000 krónur, tí hetta til fulnar er í tráð við tað hjálpararbeiði, ið Lions Club Tórshavn vanliga stuðlar.