Eitt forkunnugt samstarv millum Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms, og Listaskúla, Arbeiðsloysisskipanina, ALS, og Mentamálaráðið ber í sær, at Kvøldskúlin bjóðar út tíðaravmarkaðar 10. floks lærugreinirnar støddfrøði, føroyskt og enskt á dagsskeiði, ið varir frá november í ár til februar næsta ár
Eitt er, at fólk í ALS-skipanini fáa hetta góða høvið at hava lærugreinirnar støddfrøði, føroyskt og enskt á 10. floksstigi í boði. Skeiðið er eisini fyri onnur enn fólk í ALS-skipanini at brúka henda møguleika.** ALS rindar allan kostnaðin
ALS rindar allan kostnaðin av skeiðnum, Kvøldskúlin umsitur tey, og Mentamálaráðið skipar próvtøkuna í februar næsta ár.
Í roynd og veru kunnu øll, ið vilja víðka sín kunnleika í teimum trimum týðandi lærugreinunum, fara í kvøldskúla fyrst í november og ganga í skúla tríggjar-fýra tímar hvønn gerandisdag í tríggjar mánaðir.** Sostatt endar skeiðið um hálvan februar mánaði 2012, og tað er við próvtøku.
- Kvøldskúlin í Havn fegnast um hetta frálíka tilboð, sum er fingið í lag í samstarvi við Arbeiðsloysisskipanina, sum rindar skeiðið, og Mentamálaráðið, ið skipar fyri próvtøkuni, sigur Jákup Strøm, kvøldskúlastjóri.
Meir at frætta í næstum
Øll, ið vilja brúka møguleikan, frætta meira í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla, www.kvoldskulin.fo, í næstum um tað ætlaða skeiðið.
Arbeiðsleys og annars øll onnur kunnu tekna seg teir 10 dagarnar frá 21. til 31. oktober á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum til skeiðið.
Undirvísingin fer fram í hølum hjá Kvøldskúlanum í Havn í J.H. Schrøters gøtu 1 og hjá ALS.
Nærri verður at frætta í næstum í fjølmiðlunum á heimasíðuni, um skeiðini, ið ætlandi byrja 7. november og endar um miðjan februar.