Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íverksetarahús í Tórshavn

Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, verður íverksetarahús nú sett á stovn.

Fyrireikingarnar at seta á stovn íverksetarahús í høvuðsstaðnum eru væl ávegis. Og nú verður lýst eftir umsitara til íverksetarahúsið.

Ætlanirnar at gera íverksetarahús hava verið í umbúna í eina tíð, og nú er so gjørt av, at húsið, sum hevur fingið navnið Hugskotið, skal halda til í miðbýnum, har Barna- og ungdómsdeildin hjá kommununi áður helt til.

Í fyrstu atløgu verður talan um 2 ára royndartíð, sum skal nýtast til at byggja nýggju tænastuna upp og bjóða hana fram.

- Øll vita, at tað kann vera strævið at arbeiða við nýskapandi hugskotum, so um vit kunnu geva íverksetarum eina hjálpandi hond við at skapa karmar, har tey hava góðar umstøður at arbeiða við sínum hugskotum, so átti at verið enn betur møguleiki fyri, at tað eydnast hjá onkrum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tórshavnar kommuna hevur hvest vinnulívsprofilin, og er íverksetarahúsið ein liður í hesum arbeiði .

- Hvørt veit, kanska situr ein Mark Zuckerberg ella ein Janus Friis í einum kamari á Argjum og bíðar eftir røttu løtuni, sigur borgarstjórin.

Hølini í Niels Winthers gøtu 5 eru nýliga umvæld, og meginparturin av innbúgvinum er tøkt. Tí gongur neyvan long tíð frá tí at umsitarin av húsinum er settur, til íverksetarar fáa boðið innivist. Væntandi verður rúm fyri 8-9 íverksetarum í húsinum, sum umframt tvær felagsskrivstovur hevur fundarhøli, uppihaldsrúm og aðrar hentleikar.

Freistin at søkja starvið sum umsitari á Hugskotinum er 20. januar 2014. Lýsingin sæst á starvstorginum á www.torshavn.fo