Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íverksetan verður partur av undirvísingini í fólkaskúlanum

Dan Klein --- 26.09.2011 - 09:43

Hetta eru stóru avbjóðingarnar siga Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, sum í dag hava undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu um at menna íverksetaraarbeiðið í fólkaskúlanum.

Tað er ein gyltur møguleiki, at skúlarnir kunnu seta íverksetan á dagsskránna. Vit øll, sum varða av fólkaskúlanum bæði myndugleikar, skúlar og foreldur, hava eina stóra ábyrgd. Vit skulu geva okkara unga ættarliði førleikar at mynda framtíðarsamfelagið. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, tí vit kenna ikki allar tær avbjóðingar ella tað samfelag, sum vit skulu menna okkara børn og ungdóm at taka ábyrgd av um nøkur ár.

Tí er tað so umráðandi, at vit megna at geva børnum og ungdómi okkara eina fjølbroytta fakliga barlast, men ikki minni umráðandi er, at vit frá ungum av læra tey at nýta síni skapandi evni, sítt hugflog og at ganga nýggjar leiðar, so tey eru brynjað til at taka við teimum avbjóðingum og síggja møguleikar í einum samfelag, har fortreytirnar broytast rættiliga skjótt og enntá frá degi til dags.

Tað er neyvan nakað at ivast í, at føroyska samfelagið fær brúk fyri fólki, sum kunnu hugsa nýtt í víðastu merking. Vit liva í einum globalum samfelag, sum krevur smidleika og øðrvísi arbeiðshættir, dugnaligar einstaklingar og eisini, at fólk hava førleikan at samstarva tvørtur um vitanarøki. Nýggj tøkni, nýggir sølu- og framleiðsluhættir, nýggjar vinnur, nýggj vitan saman við samfelags og náttúrubroytingum eru alt avbjóðingar, sum tey ungu skulu taka støðu til.

Í nýggju námsætlanunum er stórur dentur lagdur á at menna førleikan hjá næmingunum at arbeiða við íverksetan, serliga í støðisførleikunum í øllum lærugreinum. Førleikarnir at samskifta, at kanna og skapa, sum skulu eggja til forvitni hjá næmingunum, menna teirra skapandi evni og stimbra teirra hug og dirvi at menna síni hugskot og leita sær ráð og vitan at ganga nýggjar leiðir.

Íverksetarahúsið hevur í fleiri ár arbeitt við hesum øki og gjørt ymsar royndir, hildið skeið í íverksetan, ráðgivið og lagt fólki lag á í arbeiðinum at menna ymisk hugskot og ikki minst næmingum í vinnu- og miðnámsskúlunum. Tað er umráðandi, at vit í Føroyum duga at samstarva, vit eru so fáment og hava brúk fyri førleikunum hvør hjá øðrum.

Mentamálaráðið og íverksetrahúsið hava tí í dag at sett sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum. Tað er okkara vón, at hetta fer at verða okkara unga ættarliði til gagns og geva bæði næmingum og lærarum avbjóðingar, íblástur og førleika í teirra arbeiða at menna støðisførleikarnar og seta íverksetan á dagsskránna.