Ivan Johannesen , fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður, in memoriam
Eg gjørdist kløkkur tá tað frættist, at Ivan Johannesen so brádliga andaðist 77 ára gamal.. Stutt undan hevði eg tosað við hann, og tá hevði hann tað hampuliga gott heilsuliga – eftir umstøðunum.
Vit , ið kendu Ivan, vistu, at hann seinastu árini hevði drigist við sjúku, ið tyngdi um dagliga møguleika og virki hansara. Tá ein tosaði við Ivan, segði hann seg hava tað gott. Hann var positivur og tosaði um samfelagsviðurskiftir, ið altíð høvdu hansara stóra áhuga.
Eg minnist Ivan Johannesen sum løgtingslim fyri Sambandsflokkin, valdur fyri Vága valdømi í 20 ár.
Truplu árini síðst í 1980-unum og í 1990unum minnist eg Ivan sum fiskimálaráðharran, almannaráðharran og fíggjarmálaráðharran, ið mátti greiða føroyingum frá, at landskassin var um at vera tómur fyri pening.
Hann gjørdi greitt, at tað var ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða – og at landsbúskaparliga máttu hesar hanga saman. Tað bar ikki til at brúka meira enn ein forvann. Klárt, greitt og onki uttanumtos.
Fiskivinnan og fiskivinnumál høvdu hansara stóra áhuga. Tað var at kalla ikki ein einasti fundur, har hann ikki tók orðið og umrøddi ymisk samfelagslig stórmál. Hann var áhugaverdur at lurta eftir, tí hann visti væl og var væl fyrireikaður, tá hann segði nakað.
Ivan var trúgvur kirkju- og missiónsmaður.
Hann var við at stovna Vága bjargingarfelag, við í nevndini í flakavirkinum í Miðvági o.ø.
Í 1998, eftir at hava verið 20 ár í landspolitikki, valdi hann ikki at stilla uppaftur. Undirritaði varð valdur at stilla upp eftir Ivan Johannesen til Løgtingið.
Ikki so sjáldan eftir tað tosaði eg við Ivan um ymisk politisk viðurskiftir – fyri at kjakast við ein eldri við stórari erfaring og fyri at hoyra hansara sjónarmið.
Ivan var virkin í Vága Sambandsfelag í mong ár.
Tá Ivan var farin úr landspolitikki fekk hann meira tíð til onnur áhugamál, so sum at rógva út. Tað hevði hansara stóra áhuga. Ofta sá ein Ivan stevna út í fjørðin í sínum eyðkenda bláa glastrevjabáti. Seinni á kvøldi kom hann siglandi spakuliga inn eftir vánni, har ljósablái báturin var bundin við bátabrúnna og Ivan fór heim at hvíla seg eftir strævnan útróðrardag.
Nú hevur Ivan siglt eftir lívshavinum og hevur lagt við kei hinumegin.
Ein sera áhugaverdur og virkin maður er farin heim til tann Guð, íð hann altíð hevði sum stavnhald.
Eg takki honum fyri mong góð ráð.
Vit hava samkenslu við tykkum, ið hava mist mann, pápa , svigarpápa, abba og langabba
Harrans Friður og signing veri yvir minninum hjá Ivan Johannesen, fyrrverandi landsstýrismanni og løgtingsmanni
Marjus Dam,
fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin og nevndarlimur í Vága Sambandsfelag