Ítrótturin og eg – Niels Petersen
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu: Niels Petersen, røddin handan TB-Studio, og ársins eldsál 2012 sambært Venjarafelag Føroya.
Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Ov lítið, má vist vera greiðasta svarið Tað er í øllum førum tað styttsta.
Nei, tað verður gjørt alt ov lítið, um eg skal vera heilt erligur. Ein innandura fótbóltstíma um vikuna um vetrarnar, tað er faktiskt tað.
Um sumrarnar er vanliga meira futtur í, og sum venjari hjá fleiri liðum, umframt alt annað man rótar seg inn í, so kemur eitt sindur burturúr, tá alt verður talt saman.
Ert tú limur í ítróttarfelag?
Ja, je eri limur í Tvøroyrar Bóltfelag, og tað verði je, til mín doyggjandi dag.
Felagið hevur ALT at siga fyri meg, og at tæna tí er ein sonn frøði.
Havi verið í nevndararbeiði í umleið 15 ár, og tað blívur meira spennandi, fyri hvørt ár sum gongur.
Umframt nenvdararbeiði, havi eg eisini verið samskipari fyri felagið, men flestu árini eru farin við vanligum nevndararbeiði, og tað einamest í ungdómsdeildini. Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Longu á heilt ungum árum fekk man eyguni upp fyri bóltspæli, og so skjótt motorikkurin loyvdi tí, fresaði man runt á leikvøllinum á Sevmýri. Frá morgun til myrkurs spældu okur børnini av Sevmýri og av Torvheyggi, og tað vóru sera góðir dagar.
Hugsi, at je má hava verið um 5-6 ár (t.e. í 1983-1984), tá je byrjaði at spæla fótbólt við TB, og spældi fram til 1998, tá mjødnin endaliga gav upp.
Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Uha, hatta var ein góður spurningur, sum je kundi brúkt mánaðir til at svara. Fyri meg er ítrótturin sera sera týdningarmikil.
Ítróttur, og serliga fótbóltur hevur givið mær sera nógv gjøgnum ár og dag, og eg tosi um meira enn bert inni á vøllinum til dystir. Allar venjingarnar og allar ferðirnar, serliga norður um fjørð. Samanhaldið við liðfelagar sínar og venjararnar, tað verður ongantíð gloymt, og je eigi í dag sera nógvar og góðar vinir í ítróttinum. Sosiali týdningurin er sostatt stórur.
Heilsuligi týdningurin er sjálvandi eisini stórur. Teir góðu vanarnir, ið lagdir verða í børnini, koma teimum, í flestum førum, at gagni seinni í lívinum. Meti eisini, at heilsuligi týdningurin bert er vaksin, hesi seinastu 30 árini, tí áðrenn tað, var rørsla ein nógv størri partur av gerandisdegnum. Tá so teldurnar byrjaðu at vinna frama, broyttist hetta fullkomuliga. Í dag vil eg siga, at ítróttur ella rørsla er altumráðandi, serliga hjá børnum og ungum.
Sum heild so taka ítróttarfeløgini børnini undir sínar veingir, venja tey, menna tey og sleppa teimum síðani sterkari. Tað er feløgunum at gagni, tað er íðkaraunum at gagni, og tað kemur samfelagnum at gagni. Alt tað góða, ið lagt verður í beinini á børnunum, kemur samfelagnum at gagni seinni í lívinum, so ja týdningurin er ovurhondstórur.
Tað er týdningarmikið, at børnini sleppa at royna fleiri ítróttargreinar gjøgnum barnaárini, og tað má til eina og hvørja tíð viðmælast.