Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítrótturin og eg – Kristina Háfoss

Tíðindaskriv: Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu: - Hvat gert tú fyri at halda teg í form?

Havi altíð gjørt nógvan ítrótt fyrr, men nú eru tað fyrst og fremst familjan og arbeiðið, ið fara við mínari tíð og orku. Tí verður ov lítið av tíð nýtt til, at halda meg í form, men eg gangi góðar túrar og renni av og á.

- Ert tú limur í ítróttarfelag?

Í dag eri eg ikki limur í ítróttarfelagi. Børnini ganga til ítrótt og eru tí limir í fleiri ítróttarfeløgum. Stuðli teimum í hesum.

- Íðkaði tú ítrótt sum barn?

Havi íðkað nógvan ítrótt sum barn og ung.

Serliga hevur svimjingin fylt nógv. Byrjaði sum 8 ára gomul at svimja í Havnar Svimjifelag og síðan tá kom svimjingin at fylla alsamt meira í lívinum. Í fleiri ár var vant heilar 11 ferðir um vikuna. Vann fleiri føroyameistaraheiti og var í 5 ár partur av føroyska svimjilandsliðnum. Luttók eisini í fleiri kappingum uttanlands, m.a. í Íslandi, Luxembourg og til Oyggjaleikir í 1991 og 1993.

Gekk eisini til flogbólt í nógv ár. Var partur av meistaradeildini hjá Fleyr í fleiri ár, og vunnu vit eisini bestu deildina 2 ár. Var eisini á ungdómslandsliðnum í flogbólti og luttók í kappingum uttanlands.

Eisini renning var partur av mínum ungdómsárum. Var partur av Bragdinum, og vann fleiri føroyameistaraheiti og setti okkurt føroyskt met.

Hevði sum heild eitt sera virkið ítróttarlív sum barn og ung.

- Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Ítrótt er týðandi partur av okkara mentan.

Hon er í stóran mun við til at skapa trivna, samanhald og góða heilsu.

Fyri samfelagið hevur henda tí eisini sjálvsagdan, stóran týdning, men hon hevur fyri fleiri ómetaliga stóran persónligan týdning. Tí ítróttarligar royndir og rørsla kunnu styrkja teg bæði sálarliga, kropsliga og sosialt.

Fyri meg persónliga er ongin ivi um, at ítróttarligu royndirnar frá tí eg var barn og ung hava verið við til, at gera meg til tann eg eri í dag. Umvegis ítrótt lærir tú nógv, ið kanst fáa gleði av víðari í lívinum. Eitt nú at seta tær mál, arbeiða miðvíst og málrættað og skapa úrslit. Eisini hevur ítróttin givið mær góð minnir og hópin av vinum og kenningum, ið hava ríkað lívið í stóran mun.