Ítróttasambandið fegnast um lógaruppskot
Saman við landsins myndugleikum arbeiðir Ítróttasamband Føroya støðugt fyri at betra um karmarnar hjá ítróttinum kring landið at virka undir.
Tí fegnast Ítróttasamband Føroya nú um uppskotið, sum Løgtingið í løtuni viðgerð, um at hækka skattafríu veitingarnar, sum kunnu lætast til teirra, sum virka innan ítrótt.
Ítróttasamband Føroya hevur støðugt víst á stóra týdningin, sum ítróttararbeiðið í øllum býum og bygdum í Føroyum hevur fyri heilsu, sosialan trivnað og lokalan samleika eins væl og tjóðarsamleikan og brandingina hjá Føroyum. Handan hetta arbeiðið standa hundraðtal av kvinnum og monnum, sum nýta stóran part av frítíðini til at geva børnum og ungum, umframt úrvalsítróttafólki, tað, ið tey hava tørv á fyri at gerast so góð, sum tey kunnu gerast, innan sín ítrótt.
Ítróttafeløg og sersambond liva av teirri vælvild, sum lokalir og almennir myndugleikar saman við vinnulívinum sýna teimum. Og hóast hesin stuðulin eigur lívið í feløgunum, røkkur hann sjálvdan til at samsýna teimum, ið leggja lív og sál í felagsarbeiðið.
Við uppskotinum hjá landsstýrinumum um at hækka skattafríu veitingarnar, verður ein hond rætt ítróttafeløgunum, so tey betur verða før fyri at lata eldsálunum eina samsýning fyri virksemi teirra.
Við uppskotinum, sum Løgtingið nú viðgerð, koma vit enn eitt stig á leiðina at betra um karmarnar hjá ítróttinum, og tað eru vit í Ítróttasambandinum takksom fyri. Tó eru eisini onnur øki, har tørvur er á ábøtum, t.d. játtanin til Ítróttasamband Føroya og úrvalsítróttin á løgtingsfíggjarlógini og tillagingar av mvg-lóggávuni, so umsitingin verður minni og tað gerst lættari hjá nevndarlimum í feløgunum kring landið.
Petur Elias Petersen
Forseti