Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítróttarhøllin í Sandoy letur upp

NÝBYGNINGUR: Leygardagin verður almenn móttøka í nýggju Ítróttarhøllini í Sandoynni, har landsstýrismaðurin í mentamálum fer at handa sandoyingum nýbygningin.

Stórur dagur verður í Sandoynni leygardagin, tá oyggjabúgvarnir kunnu taka nýggju ítróttarhøllina í nýtslu. Skipað verður fyri almennari móttøku, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna byggiharran, ið er Mentamálaráðið, alment fer at handa sandoyingum høllina, nú byggingin er liðug.

Høllina, ið Selmar Nielsen Arkitektar hava teknað, og sum liggur við Meginskúlan á Sandi, hevur kostað gott 27 mió. krónur at byggja. Byggibúningin varð gjørd av P/F Articon, Sp/F TG-Verk hevur gjørt byggiarbeiðið, og Landsverk er byggiharri.

Arbeiðið við høllini hevur gingið væl, og skráin fyri almennu móttøkuna leygardagin 10. november kann síggjast við at trýsta á linkin:

http://landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939