Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítróttarhøll á Argjum fremstu raðfesting

Ein ítróttarhøll á Argjum eigur at verða raðfest fremst, tá talan er um at víðka innanhýsis fermetrarnar hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu, sum eiga at økjast eftir miðvísari ætlan

Hølistrupulleikarnir hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu havi leingi verið á dagsskrá, og í løtuni arbeiðir umsitingin við einari verkætlan at byggja eina ítróttarhøll á Argjum, sum eftir mínum tykki eigur at fáa fremstu raðfesting.

...

Tørvur er á einari høll í hesum býarpartinum, har m.a. nýtt ítróttarfelag, ÍA, varð stovnað fyri nøkrum árum síðani.

Eg eri fegin um, at borgarstjórin hevði hetta evnið frammi í Degi og Viku í gjárkvøldið, har hann m.a. greiddi frá ætlanini at byggja høllina á Hálsi út, so fleiri venjingar kunnu fara fram har samstundis, og soleiðis at høllin kann brúkast til størri tiltøk enn í dag.

Býráðið eigur at seta sær eina miðvísa ætlan at víðka hallarfermetrarnar, sum ítrótturin í høvuðsstaðnum hevur stóran tørv á. Í hesari ætlan eigur høllin á Argjum at hava fremstu raðfesting, tí hesin parturin av býnum liggur lutfalsliga langt frá hinum ítróttarhallunum í Tórshavnar kommunu.

Í einari miðvísari ætlan fyri ítróttarhallir eigur at verða greinað nærri, hvussu komandi hallir í høvuðsstaðnum verða best staðsettar bæði landafrøðiliga og í mun til fólkatalið.

Bogi Andreasen, býráðslimur

Tórshavnar Kommuna