Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítróttarfelagið Smæran fimm ár

Leygardagin hátíðarhelt Ítróttarfelagið Smæran fimm ára føðingardagin í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað var forkvinnan í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Helena Dam á Neystabø, sum setti hátíðarhaldið. 

Fleiri røðarar vóru, m.o. Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum, sum er høvuðsstuðul hjá Smæruni. Eftir setanina spældu Helena Dam á Neystabø og Regin Hammer ein bocciadyst. Helena smurdi tryggingarstjóran av og vann 4 - 0.

Helena byrjaði annars við at ynskja øllum í ítróttarfelagnum Smæruni hjartaliga tillukku á fimm ára føðingardegnum. Smæran, er ítróttarfelag fyri Havnarfólk, sum bera rørslu- ella menningartarn og Helena beyð øllum hjartaliga vælkomnum til tann árliga og afturvendandi familjudagin, sum øll gleða seg so nógv til.

- Smæran er ein blóma, sum angar so sera væl, hon er allastaðni í bøi og í haga. Og kundi kanska líka so væl sum Sóljan verið okkara tjóðarblóma, segði Helena Dam á Neystabø.

- Ítróttarfelagið Smæran er eisini ein vøkur og spennandi blóma í ítróttarsøgu Tórshavnar Kommunu. Og vit hava stigtakarunum og fyriskiparunum nógv fyri at takka. Tit skipa fyri og gera tað møguligt hjá havnarborgarum við rørslu- ella menningartarni at íðka ítrótt. Bæði frælsan ítrótt, svimjing og so ikki at gloyma boccia. Tit skipa fyri kappingum og alskyns tiltøkum, sum skapa gleði og trivnað. Og eg ivist ikki í, at tit gjøgnum ítróttina hava knýtt eina rúgvu av ógloymandi vinabondum.

- Gjøgnum ítróttina eru tit eisini av sonnum heimsborgarar. Vit hava meiri enn eina ferð fylgt fleiri av tykkum á ferðum kring heimin, har tit hava luttikið í altjóða ítróttarkappingum. Og hvørja ferð umboða tit bæði Havnina og Føroyar á fyrimyndarligan hátt.

- Tað gera eisini tit í orkestrinum Ælaboganum, sum eru komin niðan á Løgmannabreyt í dag at seta dám á tiltakið og at spæla fyri okkum, segði Helena.

- Eitt annað sum eg havi lagt til merkis, og sum so sanniliga setur dám á tjóðarhátíð okkara er, tá ið Smæran og limirnir í Smæruni taka lut í stóru skrúðgonguni ólavsøkuaftan, tá ið tjóðarhátíðin verður sett. Í tykkara vøkru grønu búnum við Smæruni á bringuni og við flaggbera fremst í hópi tykkara. Á ólavsøku hava tit harumframt skipað fyri ymiskum tiltøkum, millum annað fyri boccia- og minigolfkapping á Skálatrøð.

- Eg vóni at tit í Smæruni eisini í framtíðini verða líka so sjónlig og virkin bæði í gerandisdegnum, á ólavsøku og altjóða. Tit skulu vita, at vit øll somul eru fullgreið um, at alt hetta hevði ikki borið til, um tað ikki var fyri tykkum, sum skipa fyri og standa á odda. Og sum hesi fimm árini hava lagt so ómetalig stóra orku í felagsarbeiðið. Slík úrslit koma ikki av sær sjálvum.

- Ferð aftaná ferð hava tit víst, at tað at bera brek ikki í sjálvum sær er ein forðing fyri at koma langt innan ítrótt, heldur eru tað forðingarnar í kringumstøðurnar, sum kunna avmarka møguleikan hjá fólki, ið í bera brek at venja og íðka ítrótt undir javnbjóðis umstøðum við aðrar borgarar í landinum.

- Visjónin hjá Smæruni tykist at vera, at hjá einum og hvørjum, ið hevur eitthvørt tarn, skal tað vera heilt natúrligt at søkja sær styrk kropsliga, heilsuliga og sosialt í einum hóskandi ítrótti. Fleiri ferð hava tit prógvað, at tað ómøguliga kann gerast møguligt – um man bert setir sær høg mál, og setir sær sjálvum stór krøv og ikki gevst á hendur, fyrr enn málið er rokkið. Vit hava nógv at læra av tykkara stríðsanda og felagsskapi, segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, at enda.