Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari í Eik, Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum

Ítróttarfelagið Bragdið gjørt 2 ára samstarvsavtalu við Eik og Tryggingarfelagið Føroyar (TF)

Ítróttarfelagið Bragdið er eitt av stórstu ítróttarfeløgum í Føroyum innan frælsan ítrótt. Á leið 450 limir í øllum aldrum, eru knýttir at felagnum. Bragdið hevur fleiri kendar íðkarar, sum hava vunnið nógv heiðursmerki, ikki bara her heima, men sanniliga eisini uttanfyri landoddarnar. Hetta sæst aftur í miðvísa arbeiðinum, sum fer fram dagliga, við góðum venjarum og kringumstøðum.

Sáttmálin er undirskrivaður, og nevndin í Bragdinum er væl nøgd við avtaluna, sum fer at hjálpa væl til í tí dagliga, eitt nú við ungdómsarbeiðinum, sum alsamt vindur uppá seg. Tey ungu eru til fleiri altjóða kappingar uttanlanda árliga. Seinasta vikuskifti vóru eini 10 íðkarar við venjarum til kapping í Reykjavík, og tað var sjón fyri søgn, at miðvísa venjingin gevur úrslit. Heim við, høvdu ungu og evnaríku íðkararnir fleiri gull, silvur, og bronsuheiðursmerki, umframt at tey flestu settu persónlig og Føroysk met. Seinni í ár eru kappingar í Svøríki og Danmark á skránni. Teir vaksnu íðkararnir, sum eisini eru nógvir í tali og møta væl upp til venjing 2 – 3 ferðir um vikuna, fáa eisini gleði av tí stuðli, sum avtalan gevur felagnum.

Tað at Bragdið og Eik og TF hava gjørt eina 2 ára avtalu, kemur uttan iva at síggjast aftur í daglig degnum. Avtala er nevniliga eisini gjørd við Sportigan ítróttarhandilin í SMS um nýggjar búnar. Hetta merkir, at til tær heimligu kappinganar, fara flest allir aktivu rennandi limirnir at renna í nýggjum búnum við búmerkjunum hjá Eik og TF á, í øllum førum til tær heimligu kappingarnar.

Eisini eru vit í Bragdinum errin, og ikki minni spent uppá at verða fyrsta ítróttarfelag, sum Eik og TF samstarva um ein stuðulssáttmála við.

Sum stuðlar eru vit glað fyri, at vit saman kunnu stuðla einum felag við so fjølbroyttum limaskara. Á henda hátt fáa nógv fólk í øllum aldrum, av báðum kynum og á øllum torleikastigum gleði av okkara stuðli. Vit gleða okkum til framtíðar kappingar av ymsum slag, har Bragdalimir fara at gera um seg, siga Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum og Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari í Eik.