Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ítróttafeløg fingu kr. 3,5 mió. úr hjálparpakki 2 hjá ÍSF

Ítróttafeløg hava nú fingið kr. 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2, sum ÍSF søkti Uttanríkis og- mentamálaráðið um fyrr í ár.

Tíðindaskriv 14. september 2021:

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur sambært “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19 - hjálparpakki 2”, tí tiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

49 felagsskapir søktu um íalt kr. 5,7 mió. Sambært reglugerðini høvdu 45 felagsskapir rætt til stuðul á samanlagt umleið kr. 3,9 mió. Sostatt var neyðugt at tillaga stuðulsútgjøldini soleiðis, at felagsskapirnir íalt hava fingið játtað kr. 400.000 minni, enn tey søktu um.

Í fjør fingu 43 ítróttafeløg 4 mió kr. úr hjálparpakka 1 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið 12. mars-30. juni 2020.

 Viðheft er yvirlit yvir ítróttafelagskapirnar, sum hava móttikið stuðul frá hjálparpakka 2 hjá ÍSF.



Hjalparpakki2.pdf