Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ísvøllurin letur aftur 4. februar

Vøllurin, sum lat upp tann 1. desember, hevur verið sera væl vitjaður, hóast hann var afturlatin vegna tekniskt brek, tá áhugin annars var størstur at brúka hann. Hóast brekið, so vitjaðu umleið 12.000 fólk vøllin í jólamánaðinum.

Ísvøllurin er opin hvønn mánadag til og við leygardag frá 10 til 22, og sunnudag frá 14 til 22. Avgjørt er, at seinasta vikuskiftið, ísvøllurin er opin, er vikuskiftið frá 1. til og við 3. február.

Tann 4. februar verður byrjað at rudda av, sigur borgarstjórin Heðin Mortensen, sum upplýsir, at um stutta tíð skal royndin at hava vøllin á Vaglinum eftirmetast.

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at seta seg í samband við Dánjal Samuelsen á telduposti hollin@torshavn.fo.

Gjørt verður vart við, at øll skoyting á skoytubreytini fer fram undir egnari ábyrgd!