Ísraelstiltøk í Sandavági, Argjum og Leirvík
Frá 14. – 18. september skipar Ísraelsmissiónin fyri ísraelstiltøkum í Sandavági, á Argjum og í Leirvík. Aðalskrivarin í donsku Ísraelsmissiónini, Bodil Skjøtt, virkar við
Ísraelsmissiónin hevur nú aftur eitt tiltak, har evnið Ísrael – bæði í bíbilskari tíð og á okkara tíð – verður viðgjørt. Høvuðstalari á tiltøkunum, er Bodil Skjøtt, aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini. Hon hevur saman við familjuni búð 10 ár í Ísrael og hevur verið aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini í fleiri ár og kennir tí sera væl til arbeiðið og umstøðurnar í Ísrael. Umframt at virka millum jødarnar hevur hon eisini verið virkin at stuðla friðararbeiði millum jødar og palestinar.
Tiltøk í Sandavági, á Argjum og í Leirvík
Bodil fer at virka við á kvøldmøtum í Sandavági og Argjum 14. og 15. september, og síðani á vikuskiftistiltaki í Leirvík frá 16 til 18. september. Hon fer at tala um ymisk evni, ið hava við Ísrael at gera. Millum annað um Jesus og jødisku hátíðirnar, støðuna hjá messianskum (kristnum) jødum, friðararbeiði millum jødar og palestinar og um ísraelsmissión.
Ísraelstoymið verður við
Fríggjakvøldið 16. september verður eitt ungdómskvøld burturav í Leirvík. Tá fer Ísraelstoymið, ið var í Ísrael í summar, eisini at virka við og greiða frá, hvat tey gjørdu og upplivdu á ítróttarlegu millum drusar í Norðurísrael.