Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Isolera miðflokkin

til hann góðtekur, at fólkaræðisligar avgerðir eru til fyri øll, og at hann, við sínum isolatiónspolitikki sáar illstøðu millum fólk okkara. 

Miðflokkurin nýtir fleiri túsundára gamla heidna og av tátíðar jødum konstruera religión móti øðrum oyðimarkarstammum, so jødar ikki lótu seg integrera hjá øðrum fólkum enn hjá teimum sjálvum.

Oyðimarkarstammuar høvdu ymiskar ceremoniellar reglur so sum homoseksuellar seansir og slangudyrkan, og tá báðar hesar nevndu – homo- og slangur – hugtóku jødarnar í so stóran mun, at jødaleiðarnir sóu í eyguni, at teirra fylgir - um einki varð gjørt – fóru at verða tileinkisgjørd, tí fleiri og fleiri jødar lótu seg integrera í nevndu stammum.

Og fyri ikki at verða tileinkisgjørdir var neyðugt at byggja verjugarðar, har jødarnir fasthildu samanhaldandi trúgv.

Fyri at verja seg effektivt móti teimum fremmandu við m.a. homo-ceremonium og/ella slanguceromonium, konstrueraðu jødaleiðararnir tekstir, ið dæmoniseraðu – sum í hesum førinum - har homoseksualitetur var gjørdur høvuðsorsøkin til, at Gud koyrdi menniska úr Paradísi. 

Jenis og miðflokkafólkini hava - vøo. mong lík í lastini, og tey síggja út, sum um tey ongantíð fáa nokk.

Slangukulturin varð køvdur við, - ja, tú gitti rætt,;- slangan varð gjørd til hana, ið lokkaði Evu at eta av forbodna trænum . Ikki sannheit, Jenis og allir isolatiónspolittikarar? 

Næsta verður kanska, at Jenis er afturkomni frelsarin – við broyttum navnið – og tó, tað líkist sera nógv. Men vit kristnu vita, at vit skulu elska Guð og elska næstan, og vit duga lættliga at síggja, at næstarnir í hópatali vera lagdur undir hatur og isoleraðir. 

So kristindómur kann ikki vera drívmegin hjá Jenis og Co. Og nú Jensis og við haldsfólk hansara eru farnir at argumentera fyri, at fáa homoseksul av gøtunum – út á Karlamagnussarbreyt, so er hægsta tíð komin, at Miðflokkurin fær uppiborna mótstøðu. Hetta illgreðsi eigur at verða rykt upp við rót ongantíð ov skjótt, og langt áðrenn tey kunnu forpesta kristindómin við sínum hatri.

Kristindómurin hevur altíð havt, hevur og fer altíð at hava kærleika í skjøldrinum.

Og onki annað. 

Amen.

Dagfinnur Danbjørg.