Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íslendskt Manskór syngur Rokktónleik

Leygardagin 2. juni kl. 19.30 verður rokk konsert í Norðurlandahúsinum. Karlakór Dalvíkur framførir kendar sangir hjá The Beatles og Queen.

Solistur er Matti Matt frá bólkinum Dúndefréttir, sum eisini hevur verið í Føroyum fleiri ferðir. Sýningin hevur fingið stak góða undirtøku í Íslandi.

33 mans eru í manskórinum, sum hevur framført 13 ferðir í Reykjavík, Dalvík og á Akureyri – hvørja ferð fyri fullum húsi. Tað eru besti sangirnir hjá The Beatles og Queen, sum menninir syngja. Kórleiðari er Guðmundir Óli Gunnarsson, ið eisini stjórnar Symfoniorkestrinum hjá Norðurlandahúsinum. Solistur er Matti Matt frá "Dúndufrettir".

Fylgispæl er við bólki mannaður av: Daniel Torsteinsson, klaver. Gunnlaugur Helgason, bass. Tórður Árnason, guitar. Og Halli Gulli er á trummum.

Tú kanst lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. www.nlh.fo