Íslendski uttanríkisráðharrin var á vitjan í Føroyum
Í døgunum 22.-24. oktober vitjaði íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, í Føroyum. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, er vertur fyri vitjanini.
Fyrrapartin fríggjadagin 23. oktober høvdu uttanríkisráðharrarnir fund í Tinganesi. Á skránni fyri fundinum vóru handilsviðurskiftini landanna millum.
Fríggjadagin varð eisini vitjað á garðinum á Vatnaskørðum hjá Sigerti Paturssyni, formanni í Bóndafelagnum, og hjá Krás í Hósvík.
Seinnapartin fríggjadagin luttóku Jenis av Rana og Guðlaugur Þór Þórðarson á ráðstevnuni "Brexit, møguleikar og avbjóðingar, har teir røddu um, hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. Ráðstevnan var partur av FaroExpo 2020 í Runavík.
Íslendski uttanríkisráðharrin fer av landinum í dag.