Íslendski forsætisráðharrin á vitjan
Fríggjadagin var íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, á vitjan á Ráðhúsinum. Har hitti hon Anniku Olsen, borgarstjóra, til eitt prát um møguleikar og avbjóðingar í Íslandi og Føroyum og um tað serliga samstarvið og vinabandið, sum er landanna millum.
Annika Olsen og Katrin Jakobsdóttir kennast væl og hava báðar í góð tvey ár verið norðurlendskir samstarvsráðharrar. Tær hava hitst í fleiri samanhangum, men hetta er fyrstu ferð, tær hittast í Havn.
Katrin Jakobsdóttir hevur verið forsætisráðharri Íslands síðani novembur 2017. Fíggjarkarmarnir eru fyri í Íslandi í løtuni, og har verður serligur dentur lagdur á at útbyggja vegakervið og heilsutænastur, greiddi forsætisráðharrin millum annað frá.