Íslendski aðalkonsulin hitti borgarstjóran
Seinnapartin hósdagin vitjaði íslendski aðalkunsulin Þórður Bjarni Guðjónsson á Ráðhúsinum í Havn.
Þórður Bjarni Guðjónsson, sum hevur vitjað í Føroyum áður, er júst byrjaður í starvinum sum aðalkonsul í Føroyum og er fluttur til Tórshavnar við familjuni. Í dag vitjaði hann á Ráðhúsinum, har hann hitti Heðin Mortensen, borgarstjóra, Ingibjørg Berg, kommunustjóra, og Jákup Simonsen, mentadeildarleiðara.
Heðin Mortensen sigur, at tey røddu um fleiri samstarvsmál, m.a. um Tórshavn-Reykjavík-Nuuk grunnin, og um Sjómannadagin og Mentanarnáttina í Havn. Ætlanin er, at Westward Ho skal mannast við føroysk/íslendskari manning og fyrst luttaka á Sjómannadegnum í Íslandi, fyri síðani at koma aftur higar til Mentanarnáttina tann 8. juni.
Fleiri vitjanir verða eisini úr Íslandi alt árið. Nevnast kunnu ein lærarabólkur, fleiri kórvitjanir og ítróttavitjanir. Eisini arbeiðir íslendska uttanríkisráðið við eini stórfingnari vitjan av íslendskum vinnulívsfólkum í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.