Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íslendska sjóverjuskipið Þór verður sýnt fram fyri almenninginum

Verjuskipið Þór kemur væntandi á Havnina hósdagin, og fríggjadagin 15. juni frá kl. 14-17 eru fólk vælkomin umborð at síggja skipið.

Verjuskipið varð handað í Chile 23. september í fjør og setti kós til Íslands 28. september. Ein mánað seinni, ella 26. oktober kom verjuskipið til Vestmannaoyggja, sum var tann fyrsta havnin í Íslandi, sum skipið kom til.

Nýggja verjuskipið er ein kollvelting innan verju og trygd, leiting og bjarging í íslendskum sjóøki. Skipaferðslan úr Noregi og Russlandi er vaksin nógv síðstu árini, og tørvurin á dygdargóðum verjuskipi er vaksandi. Verður landnyrðingsfarleiðin opin, verður roknað við enn meiri ferðslu. Þór fer tí at hava týðandi leiklut í samstarvi millum tjóðir í Norðuratlantshavi.

Meiri upplýsingar um Þór eru at síggja her:

http://www.lhg.is/media/skip/thor/VS_THOR_Einblodungur_web.pdf