Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íslendingar lata føroyingum standmynd

Dan Klein --- 05.05.2017 - 09:00

Týsdagin 9. mai kl 16 verður hátíðarhald úti við Frælsið í sambandi við eina gávu, sum verður latin føroyingum frá Ísafirði, Flateyri og Súðavik í Íslandi. Talan er um eitt listarverk, sum verður latið í takksemi fyri stuðul føroyinga í sambandi við stóru skalvalopini í Súðavik og á Flateyri í 1995.

Listarverkið "Tveir vitar" er úrslit av tað fyrraárið vóru 20 ár síðan stóru skalvalopini, og at eitt ynski í hesum sambandi var hjá íslendingum at koma til Føroya at takka føroyingum fyri stórfingnu gávuna. Í hesum sambandi varð avrátt at handa eina minnni standmynd, sum tey ynsktu skuldi standa í føroyska høvuðsstaðnum.

Flateyri er partur av Ísafjarðar kommunu, Ísafjarðarbær, meðan Súðavik er sjálvstøðug kommuna. Tær eru grannakommunur.

Tað er listarmaðurin Jón Sigurpálsson, sum hevur gjørt standmyndina "Tveir vitar". Hon verður sett upp í Viðarlundini við Frælsið - sum eisini verður kallað Prestlág.

Tað verður Gísli Halldór Halldórsson, borgarstjóri, ið fer at handa listarverkið, og varaløgmaður, Høgni Hoydal, og Annika Olsen, borgarstjóri, sum taka ímóti. Tónleikarar úr Havnar Hornorkestri luttaka og øll eru hjartaliga vælkomin.