Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kirkja á Akranesi

Íslandstoymið avstað í august

Fyri fyrstu ferð roynir Heimamissiónin seg við einum Íslandstoymi í summar. Farið verður avstað við Norrønu 8. august, og komið verður aftur 24. august.

Eftir ætlan verður fyrst farið til Akranes, ið liggur umleið 45 minuttir frá Reykjavík. Har er ætlanin at steðga í eina viku, áðrenn farið verður ein stuttan túr til Reykjavíkar, og møguliga okkurt praktiskt arbeiði verður gjørt á Hotel Ørkini. Síðstu dagarnar á ferðini verður farið til Eyðloftsstaðir, ið liggur tætt við Egilstaðir. Bæði í Akranesi og á Eyðloftsstøðum verður gjørt ymiskt praktiskt arbeiði umframt at virka við til møti og annað.

– Umframt føroyingar, so er eisini møguleiki hjá íslendingum at vera við á toyminum, og eg veit longu um onkran íslending, ið hevur teknað seg, sigur Sverri Steinhólm, ið er toymisleiðari.

Møguleiki er framvegis at tekna seg at fara við á toymið til Íslands.

Kelda. www.trubodin.fo