Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ískoytisútbúgvingarnar: Gerðarrætturin spøkir

Føroya Pedagogfelag heldur upp á, at kommunurnar sambært sáttmálanum skulu rinda fyri allar eftirútbúgvingar og sostatt eisini bachelor-útbúgvingina.

Bert tveir av teimum 11 námsfrøðingunum, sum í august í fjør byrjaðu upp á bachelor-ískoytisútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, fáa útbúgving sína goldnað av arbeiðsgevaranum. Hini mugu í egnan lumma, hóast fleiri av teimum hava søkt kommunala arbeiðsgevaran um at gjalda. Ein av hevur fingið noktandi svar, meðan hini annaðhvørt onki svar hava fingið, ella tey hava fingið at vita, at málið liggur hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, KAF, til støðutakan.

Sáttmálin er greiður

Men Føroya Pedagogfelag vil ikki góðtaka annað, enn at arbeiðsgevarin rindar, tí tað skal hann sambært sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og KAF.

Undir yvirskriftini “Eftirútbúgving – víðari útbúgving” í grein 21 í sáttmálanum, stendur soleiðis í stk. 1:

Pedagogar hava rætt at koma á eftirútbúgvingarskeið fyri at halda útbúgvingina við líka. Allar útreiðslur í hesum sambandi verða goldnar av arbeiðsgevaranum.

Pedagogfelagið sendi 30. mai KAF bræv, har spurt var um, hvørja støðu kommunalu arbeiðsgevararnir hava til málið. Í brævinum vísir Pedagogfelagið til grein 21 í sáttmálanum og minnir samstundis á líkskaparsetningin í góðum fyrisitingarsiði. Líkskaparsetningurin ásetur, at eins mál skulu viðgerast eins. Við øðrum orðum, at munur ikki skal gerast á fólki.

KAF hevur ikki enn svarað Pedagogfelagnum, og tað hevur í fleiri dagar ikki verið møguligt at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, sum eisini er formaður í KAF.

Kann enda í gerðarrættinum

Í Føroya Pedagogfelag er tó ongin ivi.

“Sáttmálaásetingin er púra greið, so okkara krav er, at arbeiðsgevararnir rinda fyri ískoytisútbúgvingina. Somu niðurstøðu vóni og vænti eg eisini, at KAF kemur til, tí annars er talan eftir okkara tykki um sáttmálabrot”, staðfestir Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Heldur KAF hinvegin upp á, at grein 21 kann tulkast, og at hon ikki umfatar ískoytisútbúgvingina, er mest sannlíkt, at málið endar í fasta gerðarrættinum.

- Sáttmálin sigur greitt, at arbeiðsgevararnir skulu gjalda alla eftirútbúgving, og tí er tað eitt sjálvsagt krav frá okkum, at teir eisini rinda bachelor-ískoytisútbúgvingina