Dánjal Samuelsen, húsavørður, sum hevur ábyrgd av uppsetingini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Íshøllin uppsett!
Nú er stóra Íshøllin á Skálatrøð komin upp at standa. Tá uppsetingin er liðug verður farið undir at leggja vøllin, og klárt verður at skoyta um hálvan november.
Høllin er fult uppsett 30 x 45 m og er einasta av sínum slag í landinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at høllin kann brúkast til eina rúgvu av endamálum. t.d. konsertir, framsýningar, messur, ítróttartiltøk o.s.fr.
Høllin kann t.d. eisini skoytast uppí høllina á Hálsi, so hon verður áleið dupult so stór, um tað skuldi verði neyðugt.
Høllin er sera sterkt bygd og tolir 50 m/sek, tá hon er múrankrað og fest.
Kelda. www.torshavn.fo